Fiskiskapurin hjá størru útróðrarbátunum við línu hevur hildnast frægari enn hjá snellubátunum higartil. Fyri løtu síðani kom Líðhamar aftur av várleiðini norðanfyri, teir høvdu 55 stampar við og avreiða í løtuni, Peter Joleif Svøðstein, skipari metti veiðuna til tætt við 7.000 pund av góðum toski.




