Hetta er bara ótrúligt! Soleiðis helt Petur Joleiv Svøðstein, skipari á Líðhamri, tá eg tosaði við hann fyri løtu síðani. Eg veit ikki neyvt hvat vit hava í dag, men umleið 15.000 pund. Fer tað at hildnast, so hava vit fiska 90.000 pund hesa vikuna. Eg hoyri eisini frá línubátunum, sum eru eini 40 fjórðingar úti, at onkur teirra hevur fingið 25.000 pund ein dag, so sum skilst, so er fiskur allastaðni at fáa heilt inni við klettin og langt út á kantin á grunninum. Líðhamar hevur verið vestanfyri aftur í dag.
Kallanes hevur verið norðuri norðuri úr Mykinesi í nátt. Tá vit tosaðu við Kára Klettskarð í Kongsstovu, skipara, segði hann okkum, at teir hava havt ein sera góðan dag. Við 36 stamåum hava teir fingið 12.500 pund harav umleið 9.000 pund eru toskur. Tað passar okkum soleiðis í sjóvafallinum, at vit fara ikki inn á Eiði, sum vit ætlaðu, vit halda undan inn á Sørvág. Har ætla vit at leggja bátin í nátt, tí vit ætla okkum avstað aftur í morgin.
Norðsøki hevur verið sunnanfyri í nátt. Hann kom á Klaksvík um miðdagsleitið og hevur 12.500 pund. Heri Vang, skipari segði, at størra helvtin av veiðini var hýsa.
Brandur kom aftur um sjeytíðina í morgun við umleið 8.500 pundum. Janus Sørensen, skipari sigur, at teir høvdu 36 stampar við og veiðan var mest stór og góð hýsa.






