Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Líðhamar brúkiligan túr í nátt

Jákup Ósá

Líðhamar avreiddi í morgun.

Líðhamar avreiddi í morgun. 

Fiskiskapurin hjá útróðarbátunum hevur verið eitt sindur óstøðugur seinastu tíðina. Summir bátar hava gjørt fleiri brúkiligar túrar og onkran góðan inn ímillum. Men so hava sum oftast verið fleiri túrar, har lítið hevur verið at fingið. Frá Kallanes og Norðsøka frættist, at teir høvdu onkrar góðar túrar í síðstu viku.
Í morgun avreiddi Líðhamar. Hann hevði góð 6000 pund. Størsti parturin var toskur og hýsa.