Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka sigur, at teir vóru ikki heppnir ídag. Vit fóru í veruleikanum fyrstir út og valdu ikki tað besta staði at seta norðanfyri. Vit fingu 4.500 pund. Líðhamar var á betri leiðum, teir figngu góð 11.000 pund kanska hálvt tólta. Sum eg skilji, so høvdu teir 5.000 pund tá 20 stampar vóru eftir at draga, so tað seinasta hevur roynst væl hjá teimum. Hjá okkum bleiv tað meira at kalla ein bumtúrur.
Í kvøld siga veðurmenninir frá einum nosi, men hann skal blíðka aftur beinanvegin, so eg vænti at vit fara avstað aftur í kvøld, sigur Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka.




