Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Líðhamar í nýggjum hami

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Útróðrarbáturin Líðhamar, ið vit vanliga haba sæð hvítan í bæði borð, fekk borðini smurd við svørtum í summar. Helst er orsøkin at Kósin hevur vilja havt Líðhamar málaðan svartan, sum hini skipini hjá Kósini eisini eru.

Avreiðingar á søluni í dag:

Líðhamar 5.000 pund, Brandur 5.000, Dalsenni 5.100, Norðsøki 2.600 pund. Anru, sum í 5 dagar hevur roynt á Føroya Banka, avreiddi sløk 63.000 pund. Umleið 20 tons av veiðuni var hýsa, 8 tons longa og 1 tons toskur, restin var fyri tað mesta havtaska og brosma. Janus Rein, reiðari segði, at kalvi var nærum eingin, Anru hevur fingið 3-4 stórar kalvar í summar og hendan túrin á Føroya Banka var ongin kalvi.