Tað hevur gingið bara væl hjá Líðhamri undir Íslandi í summar, hóast fiskiskapurin ikki hevur verið so góður har sum onkuntíð.
Líðhamar hevur gjørt tríggjar túrar, ein á 94.000 pund, ein á 74.000 pund og so hesin seinasti, ið vardi 10 dagar og komu teir sum sagt aftur í gjár sunnudagin um fýratíðina við 66.000 pundum av upsa í lastini.
Veiðan bleiv løgd upp á Kósini.




