Útróður: Bátarnir royna norðanfyri í dag.
Útróður: Bátarnir royna norðanfyri í dag.
Líðhamar kemur aftur kl. 13.30, men hevur givið eina fyribils meting um, at hann væntar at fáa yvir 11.000 pund, tá liðugt er at draga. Hinir bátarnir vera so mikið seinir aftur, at teir ikki selja fyrr enn í morgin. Teir royna allir norðanfyri í dag. Gordrúgvin av Oyri seldi eisini í morgun og hann seldi meir enn 8000 pund, so kanska er hetta tekin um ein góðan útróðrardag.
— Kl. 10.55 Líðhamar er júst liðugur at draga og hevur 11.600 pund inni.




