Tað gongur framvegis væl hjá útróðrarbátunum.
Tað gongur framvegis væl hjá útróðrarbátunum. Í dag vóru tveir úti hóast harðan streym og teir gjørdu ein góðan túr.
Líðhamar hevði 10.500 pund í dag, meðan Kallanes hevði 12.500 pund bleiv mett hjá NFCS, har teir landa. Teir landaðu seint seinnapartin. Líðhamar hevði 55 stampar við hendan túrin. Harði streymurin gjørdi, at aðrir útróðrabátar ikki vóru úti í dag.
Hjá NFCS væntaðu tey, at allir útróðrarbátarnir fóru avstað aftur í kvøld.




