Hóast streymurin er góður, so vóru tað fleiri av størru útróðrarbátunum sum settust aftur í gjárkvøldið og ein orsøkin var helst vánaliga veðurforsøgnin.
Líðhamar valdi tó at loysa og í morgun komu teir aftur við sløkum 9.000 pundum. Petur Joleiv Svøðstein, skipari segði, at veðrið hevði verið sera vánaligt í nátt. Veðurmenninir spáddu 22 metur um sekundið og tað bleiv tað, segði Petur Joleiv Svøðstein.
Umleið 500 pund av veiðuni hjá Líðhamri var hýsa, restin toskur.




