Í nátt kom útróðrarbáturin Líðhamar aftur av snellutúri undir Íslandi, har teir hava fiska upsa í 11 dagar.
Peter Joleif Svøðstein, skipari sigur, at fiskaríið hevur verið hampuligt. Fiskiskapurin var slakur teir fyrstu fýra dagarnar, men síðani lógu teir um eini 8.000 pund upp á dagin. Vit eru nøgdir við túrin, leggur hann afturat.




