Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Liðini Vera og Aura fingu bronsu

Jóhann Lützen

Í dag var 1. steypakapping í estetiskum fimleiki. Kappinging er tann fyrsta av tveimum steypakappingum, og síðan er eisini FM.

 

Klaksvíkar Fimleikafelag hevur tvey lið við í kappingini, Pinkur Vera og Smágentir Aura. Í hesum sambandi hava vit havt fatur á forkvinnu í felagnum, Sólrun Larsen. Hetta er 3 árið á rað at Klaksvíkar Fimleikafelag hevur lið við í estetisku kappingini og 2 árið at tað eru 2 lið meldaði til. Sólrun fortelur at kappingin gekk avbera væl hjá báðum liðnum. Pinkur Vera fóru avstað við einum 3. plássi í teirra aldursbólki og smágentir Aura megnaðu eisini at koma á eitt 3. pláss í teirra aldursbólk. Virkuliga flott, staðfestir Sólrun

Hini feløgini, sum eisini vóru við í dag vóru Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið og Fimleikafelagið Støkk.

Sólrun nevnir at tær góðu umstøðurnar tey hava fingið í Roykivirkinum heilt vist eru við til at tey klára at kappast við hini liðini og harafturat hava venjarnir nógv at siga. “Uttan okkara rasku venjarir og samskiparir høvdu vit ikki verið her í dag” sigur Sólrun Larsen, forkvinna.

Tann estestiski fimleikurin er í menning her norði og Sólrun, og hini í Klaksvíkar Fimleikafelag vóna at tað komandi árini verða fleiri lið frá Klaksvíkar Fimleikafelag við til kapping. Tað kann vera strævi at gera estetiskan fimleik, men tað er sanniliga eisini stuttligt og mennandi fyri gentirnar, sigur Sólrun.

2. Steypakapping verður 9. mars í Bylgjuni í Runavík. FM eru yvir tveir dagar og verður 11. og 12. mai í Høllini á Hálsi.