Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liðkappingin í talvi, 1. deild: Vestmanna dregur frá Klaksvík í oddinum

(Hannefía Joensen)

Sunnudagin vann Vestmanna 1 á Klaksvík 1, og harvið løgdu vestmenningar seg greitt á odda í 1. deild, nú steðgur verður í liðkappingini til fyrst í januar mánað.

Steintór Rasmussen telvaði javnt á 1. borði ímóti John Rødgaard, og tað sama gjørdi Ólavur Simonsen á 2. borði ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, men hesi bæði hálvu stigini vóru tey einastu, sum Klaksvík 1 fekk í skjáttuna sunnudagin, tí Finnbjørn Vang og Rani Nolsøe taptu báðir síni talv.
Harvið hevur Vestmanna 1 lagt seg trygt á odda í 1. deild við 16 stigum, meðan Klaksvík 1 hevur 13 stig.
Klaksvík 2, sum í skrivandi løtu ikki hevur spælt sín dyst hetta umfarið ímóti Havnini, liggur í løtuni triðniðast á stigatalvuni.

Úrslitini síðsta vikuskiftið vóru hesi:

Vestmanna1 – Klaksvík 1 3-1
John Rødgaard – Steintór Rasmussen ½-½
Carl Eli N. Samuelsen – Ólavur Simonsen ½-½
Martin Brekká – Finnbjørn Vang 1-0
Samson Højgaard – Rani Nolsøe 1-0
Vestmanna2 – Sandaávur 1-3
Havnin 1 – Klaksvík 2 (dystur ikki spældur)

Støðan í 1. deild í løtuni:

1) Vestmanna 1 16,0 stig
2) Klaksvík 1 13,0 stig
3) Sandavágur 11,5 stig
4) Klaksvík 2 6,0 stig
5) Havnin 5,0 stig
6) Vestmnna 2 4,5 stig