Soleiðis segði vestmenningurin Einar Olsen sunnudagin eftir at hann júst hevði vunnið á unga klaksvíkinginum Einari Gregersen í Skákinum, har 3. deildarliðini hjá Vestmanna og Klaksvík møttust.
Telving hevur m.a. ta serligu sjarmu, at hon fevnir um allar aldrar, heilt úr blaðungum dreingjum og gentum og væl upp í árini.
Hetta var galdandi fyri bæði 3. deildarliðini, sum møttust í Skákinum sunnudagin, tí á báðum síðum var aldursspennið stórt.
Vestmanna 3 vann hendan dystin á Klaksvík 4 við 2½ – 1½.
Jákup Mikkelsen gjørdi skjótt av á 1. borði, har hann við svarta fólkinum basti Joen P. Johannesen, og á 4. borði eydnaðist tað unga Heðini Gregersen, sum júst er blivin føroyameistari í U12-bólkinum, at telva javnt ímóti tí næstan líka unga Rúna Vørmadal.
Harvið hevði Klaksvík 4 lagt seg á odda 1½ – ½, men enn vóru tvey talv eftir at avgreiða, og hesi vunnu vestmenningar, bæði tvey.
Fyrst mátti Vagn Heldarskarð lúta fyri Martin Jóanesarsor, og løtu seinni mátti blaðungi Einar Gregersen leggja kongin ímóti Einari Olsen, sum er maður í góðum árum.
Harvið vann Vestmanna dystin 3-1.
Einar Gregersen var sjálvandi eitt sindur harmur um at tapa, men til hansara rós skal sigast, at hann gav sínum vaksna mótstøðumanni ein skarpan gang, áðrenn sigurin fall til vestmenningin.
Hetta ásannaði Einar Olsen eisini eftir dystin, tá hann so smílandi helt fyri við sín unga mótstøðumann:
– Næsta ár hølvar tú meg av!




