Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liðkappingin í talvi er byrjað aftur: Klaksvík 1 vann stórt í lokaluppgerðini í talvi

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tað bleiv so nær fullari úrtøku sum tað kundi hjá Klaksvík 1 í lokaluppgerðini móti Klaksvík 2 sunnudagin, men tað hjálpti tó ikki upp á støðuna í oddinum, tí Vestmanna 1 vann 4-0.

Finnbjørn Vang, Rani Nolsøe og Terji Petersen vunnu allir síni talv fyri Klaksvík 1 ímóti ávíkavist Rana Baldursson, Esbern Christiansen og Rógva Dragaberg, og harvið var støðan 3-0 til Klaksvík 1.

Men á fyrsta borði knógvaði Steintór Rasmussen ikki sínum móstøðumanni, sum var ein annar, stinnur veteranur, nevniliga Wille Olsen. Teir báðir samdust so um remis og býttu harvið stigið sínámillum.

Við hesum varð úrslitið 3½ – ½ til Klaksvík 1 ímóti tí næst besta lokala liðnum, Klaksvík 2, og tað var ikki so galið fyri Klaksvík 1, sum er nr. 2 í fyrstudeild í liðkappingini aftan fyri oddaliðið, Vestmanna 1

Vestmanna 1 vunnu
lokaluppgerðina 4-0
Men góða úrslitið hjá Klaksvík 1 hjálpti tó ikki í hesum umfari, tí í Vestmanna var eisini lokaluppgerð, og har vann Vestmanna 1 heili 4-0 á Vestmanna 2. Harvið dróg oddaliðið hjá vestmenningum ½ stig frá Klaksvík 1.

Enn eru tó als ikki allar súðir syftar, og spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer í komandi umførum.

Tað góða við hesum úrslitinum er hinvegin, at Klaksvík 2, sum liggur næstniðast á stigatalvuni, fekk ½ stig í skjáttuna, meðan botnliðið, Vestmanna 2, einki stig fekk.

Úrslitini sunnudagin vóru hesi – tikin av heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya: www.faroechess.com

Úrslitini í 6. umfari, tann 6. januar 2008:


Klaksvík 1    –      Klaksvík 2    3½: ½

Rasmussen Steintór    –    Olsen Wille    ½ – ½
Vang Finnbjørn    –    Baldursson Rani    1 – 0
Nolsøe Rani    –    Christiansen Esbern    1 – 0
Petersen Terji    –    Dragaberg Rógvi    1 – 0

Havnin    –      Sandavágur    2½:1½

Vestmanna 2    –      Vestmanna 1    0 : 4

Støðan í 1. deild er nú henda:

Nr. Lið                    Stig
1    Vestmanna 1    20,0
2    Klaksvík 1         16,5
3    Sandavágur      13,0
4    Havnin              11,0
5    Klaksvík 2           7,0
6    Vestmanna 2      4,5

Sostatt hevur Klaksvík 1 framvegis møguleikan at endurvinna FM-heitið, og Klaksvik 2 heldur sær í løtuni frá botninum og harvið frá niðurflyting.