Klaksvíkingar iðraðu seg eftir tepra tapið ímóti Havnar Telvingarfelag sunnudagin, sum legði Kl. Talvfelag í kjalarvørrin av fremstu liðunum í 1. deild – men spurningurin er, um tað er so nógv verri útgangsstøði enn tað at vera oddalið, tá seinni partur av kappingini byrjar í januar komandi.
Nú steðgur verður í liðkappingini til eftir nýggjár, er støðan sera jøvn millum 5 av teimum íalt 6 liðunum í 1. deild, har KTF liggur á næst niðasta plássi men bara 1 stig frá ovastu rók.
Oddaliðið tapti
1-3 í Kollafirði.
Líkt er til, at øll liðini í vetur kunnu fara at vinna á hvørjum øðrum. Her kann eingin rokna seg tryggan, tað fingu vit eisini dømi um seinasta vikuskiftið.
Talvfelagið Streymur, sum undan seinasta vikuskiftið hevði lagt seg á odda í kappingini, var sunnudaign á vitjan í Kollafirði, sum kanska ikki hevði fingið tað allarbestu byrjanina upp á kappingarárið.
Men hetta vildu kollfirðingar gera nakað við, og teir gjørdu tí ikki mætari enn vunnu 3-1 á oddaliðnum, sum harvið fekk tvey feløg undir liðina á sær á stigatalvuni.
Tey bæði liðini eru Havnin, ið vann 2½-1½ her í Klaksvík, og Toftir, sum basti vestmenningum 3-1.
Burtursæð frá meistaranum í fjør, Vestmanna, sum er dragnað eitt sindur í botninum, var tað samanumtikið tey lægru liðini á stigatalvuni, sum fingu størru úrtøkuna sunnudagin, og av tí sama er støðan rættiliga jøvn í 1. deild, nú steðgur verður í kappingini til miðjan januar.
Úrslit, 4. umfar:
Kollafj. Talvfelag (KT) – Talvfel. Streymur (TFS) 3-1
Tofta Talvfelag (TT) – Vestmanna Talvfelag (VT) 3-1
Kl. Talvfelag (KTF) – Havnar Telvingarfelag (HT) 1½-2½
Ólavur Simonsen – Martin Poulsen 0-1
Rani Nolsøe – Olaf Berg 1-0
Tummas Martin Anthoniussen – Herluf Hansen 0-1
Ingolf Gaard – Jóhan Gaard ½-½
Støðan í 1. deild:
1. Talvfelagið Streymur (TFS) 9 stig
2. Tofta Talvfelag (TT) 9 stig
3. Havnar Telvingarfelag (HT) 9 stig
4. Kollafjarðar Talvfelag (KT) 8½ stig
5. Klaksvíkar Talvfelag (KTF) 8 stig
6. Vestmanna Talvfelag (VT) 4½ stig




