Teir bestu telvararnir hjá KTF fingu góða úrtøku í talvum teirra í dag, tá teir vitjaðu í Vestmanna, har størsta gleðin mundi vera um sigurin hjá Ólavi Simonsen ímóti IM John Rødgaard á 1. borði.
Sterkasta talvliðið úr Klaksvík fekk tó ikki ta bestu byrjanina, við tað at Rani Nolsøe við svarta fólkinum á 2. borði fekk eina ringa byrjan, har hann heilt tíðliga gjørdi eitt mistak, sum at enda kostaði honum talvið ímóti John Jacobsen.
Gestirnir svaraðu tó aftur við sannførandi telving frá Finnbirni Vang, sum á 3. borði hevði Kára Durhuus yvir av sær. Finnbjørn stóð betri meginpartin av talvinum og vann, og so var 1-1.
Nú vóru tvey talv eftir, og gjørdust hesi rímiliga drúgv.
Ólavur Simonsen hevur ongantíð fyrr vunnið á John Rødgaard, men í dag eydnaðist tað honum at fáa einasta altjóða meistaran her á landi niður við nakkanum. Talvið var annars rættiliga javnt, og støðan var rættiliga fløkt, tá John stutt áðrenn 40 leikir bjóðaði javnt. Tað mundi vera nokkso lokkandi hjá Ólavi at taka av, men sær sjálvum líkur tók hann kjansin og hesa ferð var rætt satsað, tí sum kunnugt so vann hann talvið. Harvið varð KTF á odda 2-1.
Drúgvasta talvið í dag var á 4. borði, har Tummas Martin við svarta fólkinum vardi seg meginpartin av tíðini ímóti Jákupi á Rógvi Andreasen. Talvið gjørdist drúgt íalt 53 leikir.
Í tíðarneyðini vann Tummas Martin eina finnu, og nakað seinni eisini ein kvalitet, og so við og við fór klaksvíkingur úr verjustøðuni og í álop, sum at enda trýsti vestmenningin til at leggja kongin.
Harvið var 3-1 til gestirnar úr Klaksvíkar Talvfelag, sum við hesum sigrinum eru komnir upp á 2. pláss saman við Tofta Talvfelag og Talvfelagnum Streymi.
Úrslitini í 1. deild í dag (sunnudagin) vóru hesi:
Vestmanna Talvfelag (VT) Klaksvíkar Talvfelag (KTF) 1-3
John Rødgaard Ólavur Simonsen 0-1
John Jacobsen Rani Nolsøe 1-0
Kári Durhuus Finnbjørn Vang 0-1
Jákup á Rógvi Andreasen Tummas Martin Anthoniussen 0-1
Havnar Telvingarfelag (HT) Kollafjarðar Talvfelag (KT) 3-1
Olaf Berg Hans Kristian Simonsen 0-1
Rógvi Waag Rasmussen Torbjørn Thomsen 1-0
Herluf Hansen ?? 1-0
Haldur Suni Johansen Grettir Djurhuus 1-0
Talvfelagið Streymur (TFS) Tofta Talvfelag (TT) 2-2
Martin Brekká Bogi Ziska ½-½
Finnbjørn Zachariasen Jens Christian Hansen 0-1
Sámal Christiansen Wenzil Højgaard 1-0
Gunnar Joensen Helgi Joensen ½-½
Støðan eftir 5 umfør (Kappingin er júst komi í helvt)
1) Havnar Telvingarfelag (HT) 12 stig
2-4) Klaksvíkar Talvfelag (KTF) 11 stig
2-4) Talvfelagið Streymur (TFS) 11 stig
2-4) Tofta Talvfelag (TT) 11 stig
5) Kollafjarðar Talvfelag (KT) 9½ stig
6)Vestmanna Talvfelag (VT) 5½ stig




