Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liðskiparin onga avgerð tikið enn

John William Joensen

Liðskiparin hjá HB, Fróði Benjaminsen, sigur at tað kom púra óvænta at Oddbjørn Joensen ikki slapp at halda fram, og sjálvur visti hann av ongum fyrr enn Oddbjørn ringdi og segði tað við seg stutt áðrenn tað varð kunngjørt í miðlunum

Liðskiparin hjá HB, Fróði Benjaminsen, sigur at tað kom púra óvænta at Oddbjørn Joensen ikki slapp at halda fram, og sjálvur visti hann av ongum fyrr enn Oddbjørn ringdi og segði tað við seg stutt áðrenn tað varð kunngjørt í miðlunum

Ein av profilunum á meistaraliðnum í ár, liðskiparin Fróði Benjaminsen, hevur arbeitt sera tætt saman við frákoyrda venjaranum og hevur verið partur av venjara toyminum.

Vit hava havt eitt sera gott kappingarár og stemningurin í hópinum hevur verið sera góður. Eg veit ikki um leiðslan hevur ráðført seg við nakran í hópinum, men sjálvur visti eg av ongum fyrr enn Oddbjørn ringdi til mín og segði mær frá stutt áðrenn avgerðin varð kunngjørd.

Eg visti ikki meira enn at Oddbjørn bíðaði eftir eini avgerð frá leiðsluni – so hetta er púra nýtt fyri mær.

Annars kenni eg ikki nógv til Heðin Askham uttan dystin sum A-landsliðið vann á Íslandi. Hann er uttan iva ein spennandi venjari, sigur Fróði Benjaminsen sum onga avgerð hevur tikið um hann sjálvur fer at halda fram í felagnum.

Eg havi ikki skrivað undir nakran sáttmála og havi sum so heldur onga avgerð tikið um eg haldið fram ella ikki.

Liðskiparin hjá HB vildi hvørki vátta ella avsanna um hann hevði fingið tilboð aðrastaðni frá, men hann segði at hann fór at biðja nakað enn við at taka eina avgerð.