Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LÍF, GÍ og ÍF leggja saman?

John William Joensen

Undir yvirskriftini “Økt samstarv millum Fuglafjørð, Gøtu og Leirvík”, heitir Signar á Brúnni á leiðslurnar í feløgunum um at leggja saman.

Varmakeldublaðið hjá ÍF er komið í hvørt hús og í hesum sambandi kemur navnframi fuglfiringurin, Signar á Brúnni við eini áheitan. 

“… nú peningur er komin inn í myndina, eru tað tey peningasterku feløgini, ið megnað so at siga alt, meðan tey smærri feløgini vera við sviði soð……Skilagott hevði verið, um umboð fyri ítróttarfeløgini ÍF, GÍ og LÍF høvdu kallað saman til fundurar, har spurningurin, ið her er nevndur, varð tikin til viðgerðar, og feløgini kundu funnið út av, á hvønn hátt tey í framtíðini kundu samstarvast – eitt samstarv, ið øll ítróttarfeløgini kundu fingið buturúr.”