Onkur hevur sagt, at eitt fólk sum ikki kennir søguna, vil koma at endurtaka hana. Til dømis kenna vit føroyingar, øll sum vilja, Bíbligusøguna, um hvussi upprunafólki til hana á sinni, vóru loyst úr trælabandinum í Egyptalandi, fyri at m.a at inntaka lyftisland teirra, í dag Ísrael.
Onkur hevur sagt, at eitt fólk sum ikki kennir søguna, vil koma at endurtaka hana. Til dømis kenna vit føroyingar, øll sum vilja, Bíbligusøguna, um hvussi upprunafólki til hana á sinni, vóru loyst úr trælabandinum í Egyptalandi, fyri at m.a at inntaka lyftisland teirra, í dag Ísrael.
Boð Guðs til teirra á heimvegnum og framyvir vóru greið, um at halda seg áleina til Harran í øllum lutum og skýggja allar avguðdar í øllum lutum. Men søgan inniheldur nógvar daprar frásøgnir, um ólýdni fólksins og fylgjunar í stóðust av at halda seg til fremmandar gudar. Ávirkanin av fremmandu gudalæruni kravdi at enda, at Ísraelsfólk valdi at avseta tann livandi Guð, og ístaðin vildu tey nú sjálv velja sær ein gud, eins og tær tjóðir tey vóru umgivin av.
Sendiboð Guðs Sámuel profetur dámdi ikki at ganga fólksins ynski á møti, men Harrin segði við hann laga teg eftir fólkinum í øllum, tí at ikki tær hava teir havna, men mær hava teir havna, so at eg má ikki verað kongur teirra (1 Sám.8,6-).
Í hesum døgum liggur frammi eitt nýtt lógaruppskot á Løgtingi, íð eigur at ørkimla okkum sum fólk, um at broyta innihaldi í hjúnarbandslógina so hon ikki longur, bert skal umfata og byggja á skipanhansara, sum gav lívið, og meginregluna um hjúnarband ímillum kvinnu og mann, men framyvir nú eisini skal umfata læru hansara í forblindar okkum menniskir.
Tingbólkarnir og framløgufólk teirra aftanfyri uppskotiðlata okkum vita, at kirkjur og samkomur eru undantyknar lógarbroytingini, hví tað? Er lógarsmíði evna soleiðis, at tað og tess tilfar ikki er borðbart yvirfyri teimum kristnu og leiðarum tess, hvørs álit og trúgv er á hann, sum gav okkum lívið og tess skipan og sum vit ikki kunnu trúgva, at hann gjørdi ella hevur gjørt nakað misstak í síni fyriskipan viðvíkjandi familjulívinum hjá okkum menniskjum.
Eru vit viðvíkjandi lógávumanning okkara við at endurtaka t.d. søgu ísraelsmanna tá íð tey avsettu sín Guð og sjálv valdu sær eina nýggja leiðslu hvørs fylgja gjørdist nærmast óbeskriviliga døpur.
Bíblian sigur:” Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta”. Samtíðis eigur eingin av okkum í á hesum oyggjum búðleikast, at vera blind fyri Harrans ríku signing og kærleika til hvønn einstakan, ikki minst í inniverðandi ári tá íð hugsa verður um veiðuna av havsins ríkidømið.
Rætt er tað at skuggarnir á fýggjarligu luftini kunnu tykjast ræðandi frá stórveldunum, sum tykjast leggja fótonglar fyri okkara vinnulívi. Men læt okkum sum fólk ikki gloyma hann, sum sambært lyftir hansara hevur verið er og verður við fólki sínum allar dagar. Forfedrarnir sum snimma farandi og mangan seint afturkomandi av havsins fiskimiðum undir seglføring ella við troyttu ørmum sínum togandi í árarnar, samtíðis sum ein kundi hoyra teir hevjaðu lovsongsmál sítt, sum fastur táttur til tann Guð teir livdu við og trúðu á, ein Guð sum var og er størri enn nakar, sum er ímóti fólki hansara, tí er tað umráðandi at vit í dag sum fólk, fylgja honum fram um alt og játta okkara trúgv á tann tríeiniga faðir.
Í einari tungari tíð fyri fólki læt harrin ein av profetum sinum bera fram hesa heilsan:” Yvirgangsmaðurin kemur ímóti tær; statt nú á varðhaldi, njósna alla vegir, gyrð teg væl og savna alla tína styrki”. (Nah.2,2)
Jóhannes M.Olsen




