Vit vita øll, at í Sambands- og Fólkaflokkinum er meiningin í
høvuðsheitunum tann, at tað ið gevur avkast skal verða privat, meðan tað
sum gevur undirskot skula Palleba og Marsanna, tú og eg, gjalda.
Fyritøkur sum hesir vilja einskilja ela sum eru einskildar eru: Føroya Tele, Føroya Banki, Atlantsflog, Farmaleiðir, o.s.v.
Eg eri ikki ímóti einskiljing sum heild, men tær fyritøkur, sum allir føroyingar eru tengdir at, hesar serligu tænastufyritøkur fyri øll, skal Løgtingið ikki missa ræði á. Føroya Banki er ein fyritøka, sum vit ikki hava fyri neyðini at eiga, vit hava jú fleiri bankar at velja ímillum.
Bara keðiligt at banki okkara í stóran mun bleiv seldur so klossut, til nøkur fáa við kanska serligari vitan um støðuna. Atlantsflog hava vit har aftur ímóti fyri neyðini at eiga, so vit ikki verða avskorin frá teimum minni gevandi rutunum, og Føroya Tele skal tryggja at telesamskifti røkkur út í hvønn krók, ikki bara har tað loysir seg, tí skula vit eiga í øllum førum neti. Farmaleiðir hjá Strandferðsluni var ein almenn fyritøka, sum røkti farmaflutning millum oyggjarnar og til útjaðaran væl.
Hon er kanska tað besta dømi um vánaliga einskilljing, nú vit síggja úrslitið. Tænastur til útoyggjarnar, sum einki geva av sær, skal landið gjalda flutningstuðul til, og álíkavæl eru tær ikki góðar, skilst javnan á fólkinum, sum í útjaðaranum býr. Palleba og Marsanna skula gjalda tað sum ikki gevur avkast, meðan tað, sum gevur avkast skal einskiljast! Og kanska muga vit seta júst hesa á stovn aftur fyri at fá skil uppá.
Nú liggur ein ætlan um ein tunnil frá miðstaðarøkinum og inn á Skálafjørðin. Ein ætlan sum kemur at geva risa avlop. Eitt avlop sum hevði verið kærkomið fyri landskassan, tí vanliga geva slíkar ætlanir ikki beinleiðis inntøkur. Landskassin hevur vanliga staði fyri slíkum, antin við beinleiðis fígging gjøgnum skattin ella, sum við Vága- og Norðoyartunnlinum, við almennum partafelagi við tilskoti frá landskassanum.
Men aftur til Skálafjarðartunnilin. Eitt sera gott uppskot, ið sparir nógva tíð við ferðing, slit av vegum, luftdálking v.m. Eitt upplagt og burðardygt arbeiði at fara í gongd við, tí hetta fíggjar seg sjálvt. Og ikki bara tað: tað gevur helst risa avlop. Og har er trupulleikin! Tí nú vil onkur "eiga"
hesa farleið. At Sambands- og Fólkaflokkurin vilja geva onkrum hesa farleið er ikki so løgi: teirra stevnumið er jú, at alt, sum gevur avkast skal latast privatum. Jógvan við Keldu kallar hesa Skálafjarðartunnilsætlanina fyri íverksetan, men verður eitt nú Sandoyartunnilin nevndur samanvið, t.v.s. at roknistykki ikki gevur so nógv í kassan, ja, so er tað sosialisma. Enn einaferð dømi um, at Palleba og Marsanna skula helst einki eiga sum gevur avkast, men gjalda til tað sum ikki gevur pengar. Vit skula bara hava útreiðslurnar. Annars helt eg at íverksetan var nýhugsan, Jógvan við Keldu. Og tað er ein undirsjóartunnil ikki. Hatta hugskoti er eitt "tro kopi" av Hvalfjarðatunnlinum í Íslandi.
Men eg má spyrja: er hatta nú eisini sjónarmiðið hjá Sjálvstýrisflokkinum, at Palleba og Marsanna skula bara hanga uppá undirskotini? Eg eri væl vitandi um at har eru endaði millum annað fólkaflokksfólk uppií og at hetta
kann geva eina vissa slíka effekt, men har er eisini onkur rættur javnaðarmaður komin væl við, liggur enntá sum fyrsti varamaður. Og tí standi eg spyrjandi um henda hugburðin, sum er í stórari andsøgn við søgu Sjálvstýrisflokksins, serliga á samferðsluøkinum, har hann m.a. hevur verið góður fyri Vágoynna.
At søgur ganga um at ein rúgva av fólki longu hevur skorða kassan í Skálafjarðaætlanini ger hetta alt meira fløkt. Tað sigst at fólk hava fingið nógvar pengar útgoldnar fyri at sita í nevnd, fyrireikingar- ella áhugabólki, enntá sigst at tey ongu hava fingið tilsøgn um partabrøv í nýggja felagnum. Fundarsamsýningar og aðrar útreiðslur eru sjálvandi uppá sítt pláss at fáa fyri. Fólk eiga altíð løn fyri sítt arbeiði.
Men hvat kann so verða orsøkin til henda asosiala og ósamhaldsfasta hugburð Sjálvstýrisflokksins, ið hann annars ikki er kendur fyri? Er nakar har við skegginum ov nær?
Sjálvandi skal landi byggja tunnilin. Vit skula ikki geva nøkrum felagi ella einstaklingum møguleikan at taka eina slíka ætlan bara tí hon gevur yvirskot, tí samferðsluna hevur og skal landi sjálandi hava ábyrgd av. Og at tosa um váðin skal verða so ovurstórur. Fær eitt privat felag fígging
fær landskassin eisini.
Fyri at fíggja framtíðar undirstøðukervið er mest helst rættvíst at burturbeina øll tunnilsgjøld, vegskatt og pengar til Landsverk av landsins fíggjarætlan, seta ein samferðslugrunn á stovn sum verður fíggjaður av avgjaldi á brennievni á bilunum, so at tey, ið koyra mest, gjalda mest.
Møguligar aðrar inntøkur skula eisini kunna fara í henda grunn, eitt nú ein prosentpartur av inntøkum frá møguligari oljuvinnu (samferðsla er næstan tað einasta sum normenn brúka oljupengar uppá), innflutningsavgjøld á bilum, hvat veit eg. So manglar bara ein raðfesting av útbyggingunum, sum so verða gjørdar eftir hvat hesin samferðslugrunnur klárar at fíggja.
Og við avgjaldsskipan koma sjálvt turistarnir at hjálpa okkum við at gjalda.
Napolion Magnussen




