”Tað er ein frægd at staðfesta, at limatalið í Fólkakirkjuni er vaksandi.” Tað skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni í morgun.
”Tað er ein frægd at staðfesta, at limatalið í Fólkakirkjuni er vaksandi.” Tað skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni í morgun. Hann staðfestir, at limatalið í Fólkakirkjuni nú er tað hægsta, sum tað hevur verið tey seinastu árini.
Seinastu trý árini hevur gongdin verið hendan:
2013 – 39.466 fólk
2014 – 39.675 fólk
2015 – 39.879 fólk
”Sostatt er limatalið í fólkakirkjuni vaksið við gott 400 fólkum tey seinastu trý árini,” sigur biskupur. Hann vísir á, at hetta samsvarar ikki við útsøgnina, ið vit ofta hoyra um lækkandi limatal.
“Tølini vísa, at talið hækkar,” sigur hann. Hann ásannar tó, at fólkatalið í Føroyum er í framgongd, og vøksturin í limatalinum fylgir ikki vøkstrinum í fólkatalinum.
”Tøl eru takksom og kunnu nýtast til mangt og hvat, tí satt er tað, at fólkakirkjan megnar ikki í nóg stóran mun og nóg væl at taka ímóti teimum “nýggju føroyingunum”. Tey, ið eru runnin av fremmandari rót og gerast føroyingar, hava aðra kirkjuliga bakgrund enn fólkakirkjan og viðhvørt annan átrúnað.
Tess vegna er limatalið í prosentum fallandi. Hetta er ein avbjóðing hjá Fólkakirkjuni, ið vit ikki til fulnar hava megnað,” sigur Jógvan Fríðriksson. Men hann fegnast eisini um, at tey sum ikki gerast limir í Fólkakirkjuni finna í nógvum førum pláss í øðrum kristnum kirkjum og samkomum.
” Fyri Fólkakirkjuna hevur tað stóran týdning, at nýggir føroyingar kenna seg væl í kristnum kirkjum og samkomum og kunnu koma saman um Guðs orð í kristnum umhvørvi,” sigur hann.
Sammet við fólkatalið í landinum sær limatalið soleiðis út:
• 2013 – 81,9 %
• 2014 – 81,6 %
• 2015 – 81,1 %.
”Aðalmálið hjá Fólkakirkjuni er at vera ein góð og vælvirkandi kirkja fyri kirkjufólkið, og ein virðilig kirkja mótvegis øllum landsmonnum okkara. Svá er stevnan,” sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.




