Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Limirnir góðu nevndini fullan stuðul

John William Joensen

Á limafundinum í Føroya Postfelag gjárakvøldið møttu 115 limir, sum einmælt stuðlaðu nevndini

Tíðindaskriv frá Føroya Postfelag:

Fundarsamtykt: 

Frá limafundi postfelagsins hildin í Starvsmannafelagnum, 20. juni 2007, kl. 19.00.
Limafundurin átalar framferðina sum Postverkstjórin hevur brúkt í samband við at  15 starvsfelagar okkara eru koyrd til hús.

Fundurin gevur nevndini fullan stuðul í samband við umtalaðu uppsagnirnar.

Føroya Postfelag

Nevndin fegnast um stuðulin, sum limirnar hava givið okkum í sambandi við tey stig, sum postverksleiðslan hevur tikið mótvegis limum í felag okkara.

Vinarliga
Føroya Postfelag