Kristiliga útvarpsrásin Lindin hevur 17 ára føðingardag leygardagin, og í tí sambandi verður árligi stuðulsdagurin hjá útvarpsrásini henda dagin.
Kristiliga útvarpsrásin Lindinhevur 17 ára føðingardag leygardagin, og í tí sambandi verður árligistuðulsdagurin hjá útvarpsrásini henda dagin.
Byrjað verður klokkan 14, tásent verður beinleiðis úr Norðstreymoy, Eysturoy og útvarpsstovuni í Havn, og hildiðverður á til klokkan 23, tá drigið verður um ein høvuðsvinning.
Eins og undanfarin ár verðaútvarpsprát við gestir og klokkan 19:30 verður sent frá konsert í Kelduni íSkálafirði, har M.C. Restorff, Jórun Pólsdóttir, Glæma, Maria á Lakjuni ogLovsangsbólkur úr Lívdini fara at luttaka. Seinni út á kvøldið verður sent úrHavn.
Vinningar verða lutaðir útgjøgnum dagin til tey, ið stuðla Lindini fast ella geva eina gávu. Høvuðsvinningurer 2 gávubrøv á 5000 kr. frá Fonn Flog.
Umleið 50 fólk eru onkursvegnavirkin í Lindini, og Lindin fær árliga umleið 1,6 mió. krónur í stuðli frá fólki.
Høvi verður hjá lurtarum attekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu. Tað kanngerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina leygardagin átlf. 321377 og SMS 521377.




