Vælumtókti LINE- dansurin hevur í nakrar vetrar verið íðkaður í Ósáskúlanum.
Broyttu viðurskiftini geva ikki rúm fyri víðari íðkan í teimum hølinum. Fyriskiparin av dansinum. Áshild Kjærbo hevur sett seg í samband við Kvøldskúlan, og fyribils er avtalað at royna tiltakið undir skipaðum viðurskiftum í kvøldskúlanum.
Um nøktandi áhugi er, verður dansað í fimleikarhøll I, mánakvøld frá kl. 21.00 -23.00.
Av misgáum kom lýsingin ikki við í blaðið, og seta við hana tí her á síðuna. Haldið okkum til góðar.
LINE- dansur
Tilmelding 265442 (fimlh. I)
Mánakv. kl. 21.00-23.00 Áshild Kjærbo
kostn. 300 kr
Klaksvíkar Kvøldskúli




