Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Linfield fyrireikar seg í Klaksvík

Norðlýsið

Stórfelagið úr Norður Írlandi velur Klaksvíkina framum Havnina bæði til gisting og venjing.

Hóskvøldið er Europa League dystur á Tórsvølli millum B36 og Linfield, sum er størsta og mest vinnandi felagið í Norður Írlandi. Men hópurin hjá norður írum fyrireikar seg í Klaksvík til dystin. Teir búgva á Klaksvíkar Sjómansheimi og í dag vandu teir við Djúpumýru í Klaksvík. 

Sum skilst vóru teir eisini í Klaksvík í fjør, tá teir spældu móti ÍF. Og teir hava verið so mikið væl nøgdir við býin, at teir komu aftur í ár.