Vindurin fer upp um fjallið og niður aftur á hinari síðuni.
Vætan fer úr, tá ið hitin er komin niður um mettingarhitan. Skýggið líkist linsu; hetta linsuskýggið er í tveimum løgum.
Linsuskýggið var yvir miðalhøgum fjalli – Talvborð á Viðoynni (557 m).
Linsuskýggj síggjast eisini oman fyri høg fjøll í Alpunum, Andesfjøllum o.s.fr. Avfall kemur við hvørt úr linsuskýggjum í smáum ælingum.
Fólk hava onkuntíð hildið linsuskýggj vera flúgvandi borðisk (UFO).
Myndin er tikin á Viðareiði ímóti landssynningi; eitt lítið lot var av útsynningi; turt og gott sýni.




