Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LÍNUMENN – sýndur í Atlantis Bio í kvøld kl. 20:00

Dávur Winther

Filmurin er um søguna hjá stállínuskipunum, sum komu seinnu helvt av fimti árunum.

Hesi skip vóru stóran part av tíðini á fjarleiðum, einamest í Ný Foundlandi, Flemmish Kap og nakað í Grønlandi.

Nógvar forvitnisligar 8 mm upptøkur frá hesu tíð saman við nýggum upptøkum.

Vanligt var at 14 ára gamlir dreingir fóru við hesum skipum. 

Fleiri av hesum monnum siga sína søgu frá hesi tíð. At koma inn í fremmandar havnir og at koma heimaftur aftaná 5 – 6 mánaðar. Mangan ikki lætt – men ein góður lívsins skúli.

Eftir ein saltfiskalínutúr gjørdist teir menn.

Filmurin er nakað styttur og broyttir frá sýningum á Torradøgunum í fjør.

 

Lagt filmin til rættis

Zacharias Hammer

Heri Olsen

 

kl. 20.00 –       Atlantis Bio

                LÍNUMENN – saltfiskalínuskipini

                 Atgongumerkir fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900

 

 

Harleywoodpaint