Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Línuskipini áttu at fingið lutfalsliga størra partin og flakatrolararnir minna

Oliver Joensen

Tað heldur Felagið Línuskip í skrivi til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jákup Vestergaard, ið Norðlýsið hevur fingið innlit í – “Latið línuskipini fáa í minsta lagi 2000 tons í eginkvotu” – er boðsskapurin frá línuskipunum.

Tað heldur Felagið Línuskip í skrivi til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jákup Vestergaard, ið Norðlýsið hevur fingið innlit í – “Latið línuskipini fáa í minsta lagi 2000 tons í eginkvotu” – er boðsskapurin frá línuskipunum.

Í skrivinum til landsstýrismannin siga línuskipini soleiðis:

“Viðmerkingar viðvíkjandi Flemish Kap 2013.

Vit í felagnum línuskip eru fegnir um, at Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur ætlanir um at lata línuskipunum loyvi á Flemish Kap í ár.

Vit eru tó eisini samdir við fiskivinnuráðnum, sum í sínum viðmerkingum til kunngerðina metir, at línuskipini hava fyrsta rætt á Flemish Kap, og síðani flakatrolararnir.

Tað eru bert hesir báðir skipabólkarnir, sum hava fiskað har.

Fiskivinnuráðið metir, at línuskipini áttu at fingið lutfalsliga størra partin og flakatrolararnir minna partin.

Fiskivinnuráðið sigur í sínum viðmerkingum, at línuskipini mugu fáa kvotuna sum eginkvotu, tá tað er heilt ómøguligt hjá línuskipum at kappfiska við trolararnar.

Í allar ringasta føri mugu línuskipini fáa kvotuna, sum felagskvotu sum línuskip, soleiðis at trolararnir ikki kunnu fiska kvotuna frá okkum.

Til dømis kundu línuskipini fingið 2000 tons.

skulu hesi fiskirættindi á Flemish Kap verða til nakra nyttu fyri línuflotan, er neyðugt at vita, hvussu nógv hvørt skipið kann fiska. Hettar skapar møguleiakr at býta um kvotur við onnur línuskip, so til dømis bert tvey skip fara yvir – hini skipini koma so at hava meira at fiska á okkara leiðum, ella við Ísland – alt eftir hvussu skipini býta síni rættindi.

Vit í felagnum línuskip standa spyrjandi, hví hendan kvotan ikki kann latast sum eginkvota?

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer um eina viku, at býta makrel og sild út. Her fáa nótaskipini eina øking í veiðuvirðinum uppá einar 200 mió. afturat teimum umleið 700 mió, tey høvdu seinasta ár.

Hesi rættindi verða øll latin sum eginkvotur. Her eru vit farnir langt uppum tey søguligu rættindini.

Nótaskipini hava í 2013 eina øking í sínum veiðurættindum uppá umleið 400% í mun til tað, tey hava havt seinastu umleið 15 árini.

Hví er ikki møguligt at gera tað sama á Flemish Kap. Gevið línuflotanum minst 2.000 tons sum eginkvotu – eitt veiðuvirði uppá umleið 25 mió.

Vit halda tað einasta ræta vera eginkvotur og at hetta eigur at vera galdandi hjá øllum skipabólkum.

Vónandi lurtar landsstýrismaðurin eftir okkara viðmerkingum.”

Sigur altso felagið línuskip.

Harleywoodpaint