Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lions Eysturoy/Klaksvík stuðlar Eysturhjálp við 50.000 kr.

Tíðindaskriv

Eysturhjálp er ein hjálparfelagsskapur, sum veitir neyðhjálp til eysturevropeisku londini.

Hann hevur virkað í nógv ár og er serliga aktuellur nú kríggi herjar í Ukraine.

Eysturhjálp hevur sera gott samstarv við hjálparfelagsskapir sum virka í londunum fyri Eystan.

Anskar og Jóhanna hava verið ímyndin av Eysturhjálp og hava sent fyrstu hjálpina til Ukraina sum er ávegis til landamarkið.

Ì komandi viku er aftur ein 40 fót bingja ávegis til Ukrainska landamarkið í Moldava.

Teirra arbeiði er í tøttum samstarvið við álítandi samkomur sum hjálpa á staðnum, upphæddin fer beinleiðis til hjálpina á staðnum har harast leikar á, í løtuni eru eini 240 túsund flóttarfólk ávegis um markið inn í Moldava.

Lions í Klaksvík/Eysturoy vóru fúsir nú brádliga neyðstøðan var har, og vóru tilreiðar at stuðla og verða við til at hjálpa Eysturhjálp við einari upphædd á 50.000 kr.