Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lisbet L. Petersen, fólkatingslimur um grundlógarbroytingarnar.: Vit skulu hava ávirkan á møguligar broytingar

John William Joensen

Hóast uppskot frá andstøðuni í fólkatinginum um broytingar í grundlógini varð viðgjørt í Fólkatinginum í gjár, so verður grundlógin ikki broytt eftir einum degi.



Lisbet L. Petersen, fólkatingslimur, sigur at viðgerðin í gjár vísti at stjórnin ikki var serliga heit fyri at broyta Grundlógina.
– Vinstra og Dansk Folkeparti gjørdu greitt at teir vóru ikki fyri broytingum, men Vinstra vildi stuðla einum orðaskiftið um grundlógina.
– Sosialdemokratarnir og SF høvdu konkret uppskot til broytingar.
– Avgjørt var tó at seta eina vanliga fólkatingsnevnd at viðgera spurningin og um semja verður um at broytingar skulu gerast so verður ein serlig nevnd niðursett at standa fyri arbeiðinum.
– Eg havi boða frá at Sambandsflokkurin krevur føroyska umboðan í nevndina og er tað umráðandi at orðingarnar sum hava við Føroyar og føroysk viðurskifti at gera verða nakað sum vit koma at hava ávirkan á.
– Eg varð eisini á einum fundi við forsætisráðharran, Anders Fogh, sum vardi í trý kvarter og vísti á at Sambandsflokkurin brúkar orðingina sjálvstýrandi tjóð, í okkara nýskipanaruppskotið.
 
Ikki broytt eftir einum degi
Lisbet L. Petersen, fólkatingslimur, sigur at um avgjørt verður at broyta donsku grundlógina, so verður hetta ikki gjørt eftir einum degi.
– Arbeiði fer at taka fleiri ár, men tað er umráðandi at føroyingar eisini fáa ávirkan á hetta arbeiði, og tað havi eg gjørt stjørnuni greitt, og hetta havi eg fingið undirtøku fyri frá leiðsluni í Vinstraflokkinum.