Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lisbet L. Petersen misnøgd við tunnilssemjuna og kósina hjá Sambandsflokkinum

John William Joensen

Í beinleiðis tíðindasending í morgun í Kringvarp Føroya kunngjørdi Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum at hon hevði melda seg frá sum lim í Sambandsflokkinum. Orsøkin var at tað bar ikki til at hava ein mann sitandi sum fíggjarmálaráðharra sum hevur svikað í tollið. Eisini fanst hon at lokalfelagnum í Havn fyri ikki at skipa fyri fundum har limirnir kundu koma til orðanna.

Hon helt tó ikki at formaðurin í Sambandsflokkinum, sum hon sjálv vísti á sum sín eftirmann, eigur at verða útskiftur – men hon helt at Sambandsflokkurin var alt ov nógv stýrdur av Fólkaflokkinum. Hon nevndi ikki nakað ávíst dømi, men eftirlýsti sosiala partin og at meira bleiv gjørt fyri tey eldru.

Tað var klipt burtur úr samrøðuni í KVF í morgun men á middegi grundgav Lisbet L. Petersen við at tað bleiv oyslað við pengum til tunnlar og tað vísti hon sína misnøgd við tunnilssemjuna sum allir flokkar hava gjørt.

Lurta her