Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lisbeth grætur krokudillutár um lokalu valfeløgini

John William Joensen

Í dag stendur fyrrverandi flokksformaður í Sambandsflokkinum spyrjandi um hví fá fólk møttu til fundar hjá Sambandsfelaginum í Eysturoynni har hon sjálv var høvuðstalari. Í samrøðu við Miðlahúsið rør hon fram undir at hetta er ein nýggj støða, sum er íkomin av aktuellum politiskum málum. Men veruleikin er at síðan løgtingið tann 16. August 2007 samtykti at Føroyar skulu verða eitt valdømi hevur áhugin fyri politiska arbeiðinum ongantíð verið so lítil.

Í dag stendur fyrrverandi flokksformaður í Sambandsflokkinum spyrjandi um hví fá fólk møttu til fundar hjá Sambandsfelaginum í Eysturoynni har hon sjálv var høvuðstalari. Í samrøðu við Miðlahúsið rør hon fram undir at hetta er ein nýggj støða, sum er íkomin av aktuellum politiskum málum. Men veruleikin er at síðan løgtingið tann 16. August 2007 samtykti at Føroyar skulu verða eitt valdømi hevur áhugin fyri politiska arbeiðinum ongantíð verið so lítil.

Tann 16. August fyri júst 7 árum síðan var tað júst Lisbet L. Petersen sum saman við Edmund Joensen, Jóannes Eidesgaard o.ø. atkvøddi eina nýggja skipan sum gjørdi Føroyar til eitt valdømi

Í grundgevingunum fyri at broyta Føroyar til eitt valdømi varð sagt at:

…… at lokalpolitikkur spælir ein ov stóran leiklut, tá samgongur skulu skipast og avgerðir takast, og speglast hetta aftur í ov stórum íløgukostnaði við skattahækkingum til fylgju. .

……Infrakervið í Føroyum er nú vorðið so gott, at 85% av fólkinum í bili kann náa 80% av landinum innan fyri ein tíma.

……Alt fleiri uppgávur verða lagdar og fara at verða lagdar til kommunurnar at umsita, eins og talið av kommunum er nógv lækkað og fer at lækka enn meira. Ásannast má eisini, at í sambandi við, at heimastýrið hevur yvirtikið alt fleiri uppgávur at umsita, er málsræðið hjá tinginum víðkað. Hetta hevur við sær, at Løgting og landsstýri skulu taka sær av teim meira yvirskipaðu landspolitisku uppgávunum, meðan kommunurnar og teir kommunalu felagsskapirnir taka sær av tí meira lokalpolitiska.

……..at grundarlagið undir verandi vallóg er burtur, og at um skipanin við valdømum skal verða varðveitt, so eigur tingið at taka støðu til eitt geografiskt heldur enn eitt demografiskt býti, grundarlagið undir verandi skipan er burtur.

……. at kvinnurnar eru undirumboðaðar á tingi, og at hon er ein tann lægsta í Europa. Roknast kann við, at um Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi, so fer hesin ójavnin at minka.

……. Um Føroyar verða eitt valdømi, verður tað lættari hjá einstaklingum at verða vald, tí tey eins og tey, sum eru stillað upp hjá flokkunum, fáa atkvøður í øllum landinum. Vansin er, at um viðkomandi fær nógvar atkvøður, so verður spillið av atkvøðum stórt.

Tey sum vildu varðveita valdømini søgdu:

……..Í londum, okkum annars dámar at samanbera okkum við, hevði politiska skipanin sett kommissjónir við fakfólki at arbeiða við einum fyri fólkaræði so grundleggjandi máli.

…….. at øll demokratisk lond í heiminum, við einstøkum undantøkum, hava valskipanir við valdømum, sum tryggja øllum økjum umboðan.

……..At upplýst er fyri nevndini, at sannlíkt er, at valluttøkan minkar við 10-15% í mun til í dag, har valluttøkan er omanfyri 90% við løgtingsval.

……..At vandin við einum valdømi er, at útjaðarin kann missa áhuga og ávirkan.

….. Minnilutin vísir somuleiðis á, at fíggjarliga vælbjargað og kend fólk, eins og fíggjarliga sterk áhugamál í størri og minni mun kunnu koma at avgera, hvør í framtíðini verður valdur á ting. Hetta uppskot fer, um tað verður samtykt, at skunda undir hesa skeivu og ódemokratisku gongd.

Støðan í dag

Er tann at lokalu valfeløgini eru meira ella minni uttan týdning fyri politisku skipanina, og valluttøkan á seinasta løgtingsvalinum var einans 86,6 % sum er tað lægsta seinastu 20 árini. Seinasta valið áðrenn valdømisskipanin varð broytt var luttøkan á valinum 91,6 %.

Talið á valevnum er minkað við næstan 30% síðan Lisbeth L. Petersen, Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen o.fl. broyttu valdømisskipanina í 2007. Nýggja skipanin ger eisini at løgtingslimir ikki longur hava hvør sín varðamann í ymisku valdømunum men bert ein varðamann pr.flokk sum merkir at eini 60% færri fólkavald eru knítt at politisku skipanini í løgtinginum.

Talið á kvinnum sum stilla upp til løgtingið er óbroytt meðan helvtina færri menn stilla upp til løgtingið.

Um lokalpolitikkurin hevur minni rúmd í politiska orðaskiftinum í løgtinginum nú Føroyar eru eitt valdømi hevur eisini víst seg at verða ein tóm útsøgn.

Her eru tey sum gjørdu Føroyar til eitt valdømi

At fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum eisini er ímóti samtyktu undirsjóvartunnlunum kemur ikki óvantað tí vit minnast týðuliga hvussu hon í bestu senditíð í KVF royndi at sannføra føroyingar um at vit ikki høvdu ráð til at byggja Norðoyatunnilin.

Okkara vón er at løgtingið ásannar at hetta sum Lisbeth & co. framdu í 2007 var ein vanlukka fyri fólkaræði og at vit aftur fara til eina skipan har umboðan og luttøkan úr øllum landinum verður ein sjálvsagdur fólkarættur. 

John William Joensen