5 spurningar um Effodeildina 2017. Lissi Mouritsen er millum ídnastu B36 viðhaldsfólkini. Hon hevur góðar vónir til sítt lið í ár, men væntar, at KÍ dregur longra stráið í FM kappingini. Niðanfyri metir hon um Effodeildina 2017.
1. Set stigatalvuna upp soleiðis, sum tú væntar at hon verður:
1. KÍ
2. B36
3. Víkingur
4. NSÍ
5. HB
6. ÍF
7. Skála
8. EB/Streymur
9. 07 Vestur
10. TB/FC Suðuroy/Royn
2. Hví væntar tú, at júst hetta liðið vinnur FM?
Nú var KÍ so tætt uppá FM í fjør, at eg trúgvi uppá, at teir koma at gera um seg í ár.
3. Hvør verður ársins leikari í ár?
Róaldur Jakobsen- tí hann er tann hann er!
4. Hvat er/verður besta keypið í Effodeildini síðani síðsta kappingarár og hví?
Har havi eg hug at siga Patrik Johannesen hjá B36. Hann arbeiðir hart, skorar mál og tykist at passa væl inn í hópin. Philip Lund hjá B36 hevur prógvað seg fyrr. Hevur gott taktiskt skil, góða time íng og hevur spælt á hægri stigi.
5. Hvat væntar tú av tínum liði í ár og hví enda teir har sum teir enda?
Góðir menn eru farnir og góðir menn eru komnir. Hjarta er á rætta stað og vit hava eina sterka eind. So eg vænti mær viljasterkar menn, sum gera sítt allarbesta og meira afturat hvønn tann einasta dyst. Og hvør veit, kanska eg havi tippa heilt skeivt, men hatta er so mítt boð.




