Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

List av Kuba í Leikalund

John William Joensen

Ein lítil framsýning við málningum Sum Annia Lonso hevur málað, er nú at síggja í Leikalund.


Listakvinnan, ið ikki er ókend í heimlandi sínum, sýnir fram fýra litríkar stórar myndir.
Stuttligt er at síggja hvussu listafólk úr fjarskotnum londum arbeiða. Litsamansetingin og "stemningurin" í myndunum er sjálvsagt ørvísin enn tá ið føroyingar mála.
Myndirnar eru fullar av sól og ljósi, og myndaevni er blómur, bilar og ævintýr.
Annia Lonso er í tredivunum og býr í Havanna. Hon hevur javnan listaframsýningar á Kuba.
Ein forkunnug framsýning, ið er at síggja í Leikalund til 1. juli.