Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

List í Miðlan í juni

Tíðindaskriv

Miðlan, ið er móttøkan hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur hvønn mánað listaframsýning í hølunum á Nólsoyar Pálsgøtu 32. Hvønn mánað er nýtt listafólk á skránni. í juni verður framsýningin eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí hesa ferð fara fleiri listakvinnur – átta í tali – at sýna fram.

Hvørt ár skipar Klaksvíkar kvøldskúli fyri skeiði innan tekning og máling. Á seinasta skeiðnum var undirtøkan sera góð, tað vóru tvey hold, og tað vóru fólk bæði úr Norðoyggjum og Eysturoynni, ið høvdu teknað seg. At ganga ein vetur á kvøldskúlaskeiði kostar 700 krónur umframt kostnað fyri tilfar.

Aftrat kvøldskúlaskeiðnum hevur eisini verið skipað fyri styttri skeiðum á 3 og 4 dagar við dananum Birger Møller. Birger er kendur listamálari úr Danmark, ið hevur skrivað fleiri bøkur um list m.a. bókina Malebogen, sum er útgivin av Gyldendal. Hetta er ein lærubók við máliteknikki við fleiri føroyskum motivum.

Nakrar av teimum, ið hava gingið á kvøldskeiðunum í vetur, fara at hava framsýning í Miðlan í juni. Tær eru Hedvig Matras, Vera Mørkøre, Hedvig Højgaard, Marjun Kalsø, Ruth Johannesen, Alla Østerø, Berit Norðoy Vilhelmsen og Mathilda Johannessen, allar úr Klaksvík.

www.klaksvik.fo