Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Listafólk saman um stuðulsátak

Jóhann Lützen

Átjan listafólk hava latið listaverk, sum verða seld á framsýning í Finastøðini í Klaksvík sunnudagin 13. mars kl. 15.00. Innkomni peningurin fer óskerdur til Ukraina.

Armgarð Absalonsen, listakvinna, hevur saman við øðrum tikið stig til hetta tiltakið, sum hevur eittans endamál: At savna pening til hjálpararbeiðið hjá Reyða krossi.

– Tað er so hjartaskerandi at uppliva støðuna í Ukraina, og eg hugsaði við mær sjálvum, hvussu eg best kundi veita mína hjálp.

– Eg luftaði tankan, um eina listaframsýning við onnur listafólk í nærumhvørvinum, og eg má siga, at tað hevur verið sera rørandi at uppliva móttøkuna av hugskotinum.

– Øll, sum vit hava sett okkum í samband við, hava viljað stuðlað tiltakinum. Talan er um bæði listafólk, tónleikarar, fyritøkur og Klaksvíkar kommunu.

– Fyritøkan Garpar hevur bjóðað okkum síni hølir, Amarant, Baka fyri meg, Bakaríið hjá Vígdis og Kondittarí Marietta hava stuðlað við køkum, sum verða til keyps, sp/f Klivar bjóðar okkum veggir til framsýningina, Norðlýsið hjálpir við lýsingarpartinum og kvinnukórið Suð stuðlar við at framføra til ferniseringina.

 

Olga Loburak bjóðar vælkomin

Olga Loburak, sum er úr Ukraina, hevur búð í Klaksvík seinastu 20 árini. Hon sigur, at hon bleiv ógvuliga rørd, tá hon var spurd, um hon vildi siga nøkur orð til ferniseringina. Hon játtaði at luttaka, men segði samstundis at spenta støðan, sum alla tíðina broytist, eisini ávirkar hana sera nógv, tí mugu atlit takast fyri tí á degnum.
Listafólkini vóna sjálvsagt, at fleiri koma at stuðla átakinum, og at fleiri fara at ogna sær eitt listaverk, sum uttan iva eisini gerst eitt minni um sorgarleikin í Ukraina.

Tey, ið sína fram, eru: Edward Fuglø, Pól Skarðenni, Lydia Petersen, Anna Mohr,
Vera Á Gørðum Mørkøre, Maria Waag, Maria Mørkøre, Hans Jacob Østerø, Hanus Lind Sørensen, Hansa M. Glerfoss,
Armgarð Absalonsen, Olga Loburak, Elin Nora Reines, Eydna J. Steinberg,
Jan Nystrøm, Elisabeth Djurhuus, Klara Johannesen, og Mia H. Smith.

Pláss er fyri fleiri listaverkum, so um onkur ynskir at lata eitt listaverk, so ber til at ringja á tel. 793008.

Framsýningin í Finastøðini letur upp sunnudagin 13. mars kl. 15.00. Tað er ókeypis at koma inn, men møguleiki verður at keypa kaffi og køkur umframt fleiri enn tólv spennandi listaverk.

Allur peningurin fer óskerdur til Ukraina.

Framsýningin er eisini opin mánadagin og týsdagin, báðar dagarnar frá kl. 15.00 til 19.00.

Harleyfacadeacryl