Elisabeth Pike hevur framsýning í Miðlan í juli mánaða
Elisabeth Pike búði síni fyrstu barnaár í Klaksvík. Hon er dóttir Niels Joensen úr Hvannasundi. Hon flutti síðani til Havnar og seinni út í heim. Mest partin av lívinum hevur hon búð í Kanada.
Í Kanada hevur hon tikið listarliga útbúgving á universitetinum í Toronto. Hon hevur havt nógvar framsýningar m.a. í Toronto, Danmark, Íslandi og í Føroyum.
Elisabeth Pike fer at hava framsýning í Miðlan við átta litføgrum akrylmálningum. Myndevnini eru føroysk – m.a. dansur, dansinátt og kvøld – og eisini meiri almenn evni.
Málningarnir hanga í Miðlan til 20. juli, og er framsýningin opin gerandisdagar frá 10.00 til 16.00.




