Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listaframsýning á Kambsdali

(Hannefía Joensen)

Leygardagin 8. mars letur upp nýggj listaframsýning í hølunum hjá P/f Leif Mohr
á Kambsdali við evnaríku listakvinnuni Mariu Mørkøre úr Klaksvík.

Málningarnir, ið Maria fer at sýna fram, verða oljumálningar, sum lýsa menniskju, bygdaløg og náttúru. Hetta eru málningar við bæði tyngri og lættari huglagið.

Maria gekk á listaskúla í Danmark 1996 – 1998 og hevur haft nógvar framsýningar ymsastaðni. Maria hevur fleiri tíðarskeið haft listina sum sítt yrki burturav.

Framsýningin byrjar kl. 10.00 leygardagin 8. mars, listakvinnan verður at hitta frá kl. 15.00, hølini steingja kl. 18.00 hendan dagin.

Vit bjóða ókeypis kaffi, kakao og køkur allan leygardagin, og tað er ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.

Framsýningin heldur fram umleið ein mánað fram.

Vanligar upp og afturlatingartíðir hjá Leif Mohr á Kambsdali:
Mánadag – Fríggjadag 10.00 – 17.30
Leygardag 10.00 – 13.00

Tel. 47 12 20
t-post. ss@lm.fo

Øll eru hjartaliga vælkomin