Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listaframsýning í Leikalund – í dag

Tíðindaskriv

Leygardagin 19. november letur upp framsýning við verkum hjá Hansinu Iversen í Leikalund.

Fernisering kl. 15-18.

Dávur Winther, Formaður í Norðoya Listafelag, heldur røðu og Rani Nolsøe framførir nøkur løg. Ábit og okkurt leskandi verður at fáa.

Høvið verður at hitta listakvinnuna.

Hansina Iversen er fødd í Tórshavn. Hon tók útbúgving á Kunstakademinum í Helsinki 1994-97,

Kunstakademinum í Helsinki, non-diploma 1993-94 og Myndlista- og Handíðaskóli Íslands, málarí 1989-93.

Hansina hevur havt serframsýningar í Danmark, Finnlandi, Estlandi og í Føroyum, og luttikið á bólkaframsýningum bæði í Danmark og í Føroyum.

Í Føroyum hevur Hansina Iversen prýtt Føroya løgting, Hoyvíkar kirkju, aðrar stovnar og fyritøkur.

Framsýningin verður til 11. desembur.

Um listina hjá Hansinu Iversen skrivar Inger Smærup Sørensen í bókini “Undurfullur ræðuleiki” frá 2011 :

Prosess
Á ein hátt er tað heilt ítøkiligt og púra konkret, tað sum fer fram. Kunstnarin hongur nøkur lørift upp á veggin, hon fer í kittil og handskar, tynnir litir, velur penslar, og byrjar so at strúka lit á løriftið við spakuligum og róligum rørslum. Hinvegin er tað, ið fer fram, duldarfult og fullkomiliga óskiljandi. Kunstnarin er í ferð við at flyta eina innara hugsjón til sansaligan veruleika, hon skapar litir, formar og linjur, sum eru nýggjar týðandi sannroyndir her í verðini, og hon umskapar túsundavís av tonkum, kenslum og árinum til eina einfalda abstrakta framsøgn. Listarliga skapanargongdin er sjálvandi treytað av nøkrum so hondgrípiligum, sum tilfari, handverksdygd og kompositiónsreglum og so framvegis; men í grundini er tað ógreitt, hví júst hesin liturin, hesin formurin og hendan linjan hava meining júst nú. Tí sjálvt um vit ikki kunnu greiða frá verkum Hansinu Iversen og hóast tey aftur og aftur lata okkum standa á ridlandi grund, so geva tey okkum onkursvegna altíð eina meining, eina løgna djúpa meining til bæði skynsemið og kensluna. Vit kunnu ivaleyst ikki skilja ímillum hvat er skynsemi og hvat er kensla, hvat er tilvitað og hvat er ótilvitað, og hvat er instinkt og hvat er vitan og royndir; men kanska hevur tað ikki stórvegis týdning hvat vit skilja, tað gevur meining kortini.