Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listaframsýning í Mentamálaráðnum

Tíðindaskriv

Petsia Skibenæs og Hansina Dam lata upp listaframsýning í Mentamálaráðnum hósdagin 29. mai 2008 kl. 15.00.

Listaframsýningin hevur heitið ”Leirlist og bundnar troyggjur”, og sýna tær saman fram verk úr leiri og bundnar troyggjur. Ein øðrvísi og forvitnislig framsýning.

Petsia Skibenæs er leirsmiður og arbeiðir eina mest við reyðleiri. Hon ger íløt, prýðislutir og skulpturar. Á borðkavalet evnar hon lutirnar til við hond, dreyar ella nýtir smáamboð. Lutirnir verða hábrendir – málaðir við glassuri ella glittaðir við einslittum dimmum oxydum. Einfalt snið og evnisligar, stundum ráðar yvirflatur eyðkenna lutir hennara. Hon leggur dent á at virka dygdarlutir, ið eru til gleði fyri bæði eyga og hond.

Petsia Skibenæs undirvísir í leirsmíð í kvøldskúlanum. Hon luttekur javnan á søluframsýningum, og hevur m.a. sýnt fram í Listaskálanum á ólavsøkuframsýningini.

Íblástur fær hon úr náttúruni og dagligdegnum.

Hansina Dam fæst við at evna til pløgg úr føroyskari ull frá teim ymsu spinnaríunum kring landið. Somuleiðis evnir hon eisini til ull úr til dømis Svøríki, New Zealandi og Australia, ið millum annað er alpaca og tann sokallaða pelsullin.

Hansina Dam hevur bundið pløgg í fleiri ár, einans við hond, tá tað gevur eitt plagg, ið er øðrvísi, meir serstakt og persónligt, og so er tað spennandi og avbjóðandi.

Íblástur fær Hansina Dam úr náttúruni, árstíðunum og teim litum, ið broytast gjøgnum árið.

Hetta er fyrsta framsýning hjá Hansinu Dam, har endamálið er at fáa pløgg úr bleytari ull at sameinast við lutir úr leiri.

Til ferniseringina verður klassiskur tónleikur við Jórun Hansen, ið fer at spæla klaver, at hoyra. Framsýningin verður til 1. september 2008, og eru øll vælkomin.

Mentamálaráðið