Forvitnislig listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu alla Novemburmánaða
Fríggjadagin 5. november lat Gull-Britt Hansen upp listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu við 25 málningum.
Sum ung genta lærdi Gull-Britt at tekna hjá kenda listamanninum Harald Isenstein, sum gav henni íblástur og listarligan áhuga á so mongum økjum.
Gull-Britt byrjaði at málað í 1969 meðan hon búði í Havn. tað var tó ikki fyrr enn eftir, at hon flutti til Klaksvíkar í 1975, at hon var við til fyrstu framsýnginina. Hetta var í samband við at man frá "Lionsklubbanum" heitti á hana um at lata ein málning til frama fyri tey menningartarnaðu. Málningurin hongur í dag í Norðoya Sparikassa.
Síðan tá hevur hon luttikið í mongum framsýningum. Eisini hevur hon haft eina sjálvstøðuga framsýning áður.
Framsýningin er opin soleiðis allan november: mánadag til fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 18.00. Og leygardag frá 10.00 til kl. 14.00.
Gull-Britt er annars at hitta heima á heygavegi 67, Klaksvík, tlf. 45007 og 220833




