Uppi á ovaru hædd í gomlu handilshølunum hjá Kjølbro á Biskupsstøð, har Kjølbrofyritøkan í fyrndini hevði sokallaða “Isenkramhandilin”, búleikast Klaksvíkar Kvøldskúli við undirvísing í málningalistini. Tað er eingin minni enn Archibald Black, listamaður, ið stendur fyri undirvísingini.
Norðlýsið “datt” bara inn á gólvið soleiðis hissini eitt kvøld í vikuni, ímeðan undirvíst var. Archibald Black sigur okku, at longu í 94 byrjaði hann at undirvísa. Tað var táverandi kvøldskúlastjórin Eigil Hentze, ið heitt á meg.
Frammanundan hevði Klaksvíkar Kvøldskúli havt undirvísing í málningalistini, tá var tað Poulina Joensen, ið stóð fyri undirvísingini, men tá í 94 hevði ongin undirvísing verið í eini tvey ár, haldi eg.
Eg byrjaði so at undirvísa í Skúlanum á Ziskatrøð. Seinni fluttu vit í íbúðina hjá Erling Laksafoss ovast í býráðshúsinum, síðani út í læknahúsini hjá Waagstein og so her. Eg má siga, at nú hava vit góðar umstøður at undirvísa í.
Trý ymisk hold ganga til málningalistina í kvøldskúlanum í vetur, eini 10 – 12 næmingar eru í hvørjum og teir koma nógvastaðni frá, úr Norðoyggjum, Eysturoynni og onkur eisini úr Havn.
Tað eru tey, ið bert mála til húsbrúks, ímeðan onnur fara víðari. Onkrir næmingar, ið eru byrjaðir her eru farnir víðari til Onglands og til USA, so jú, sigur Archibald Black, tað kemur undan her av “Isenkram” á Biskupsstøð.
Ein gestaundirvísari hevur í mong ár eisini verið á kvøldskúlanum, tað er Birger Møller, ið plagar at koma her í mei mánað. Hann hevur undirvíst á kunstakademinum í Århus og hevur eisini givið bøkur út um málningalistina.
Onkur kennist helst við listafólkini á myndunum:




