Stuttfilmurin ALDA er júst tikin upp í Føroyum. Filmurin er eftir føroyska Franklin Henriksen og endurskapar tríggjar málningar hjá mæta føroyska listamanninum Sámal Mikines.
Filmurin er partur av próvtøku hjá Franklin Henriksen, ið gongur á høgt virda polska filmsku lánum í Łodz . Grundárlagið er tríggir má lningár hjá Sámál Mikines, sum hává givið íblástur til søguna í filminum. Høvuðsdenturin er lagdur á myndirnar og myndamálið, og tí hava fólkini handan verkætlanina valt, at filmurin verður uttan talu.
Myndagóðskan hevur verið raðfest, og tí er filmurin tikin upp við analogum 35 millimetur filmstrimlum, sum verða framkallaðar í Póllandi í skrivandi løtu. At arbeiða við slíkari útgerð hevur kravt eina serliga tilgongd til verkætlanina og er við til at skapa tað málandi dámin í filminum.
Søgan í filminum verður í tveimum pørtum. Í fyrsta parti er dentur lagdur á tað myrka og dapra huglagið – millum annað við íblástri frá kenda Mikines-verkinum “Aftur av Jarðarferð” frá 1937. Í seinna partinum verður huglagið meira leikandi.
Upptøkurnar tóku sjey dagar, og tær hava í høvuðsheitum verið í Norðoyggjum og
Suðurstreymoy. Fólkini handan verkætlanina vilja fegin takka fyri góðan blíðskap frá Klaksvíkar Kommunu, Føroya Bjór, Leikalund, Norðoya Fornminnissavni, Kanjon og lata eina serliga tøkk til Hans Jákup í Garðalíð og matstovuna Hereford.




