Í seinastu viku skipaði Skúlin á Ziskatrøð fyri eini spennandi og áhugaverdari listaviku. Úrslitið verður at síggja í kvøld frá kl. 18.
Tað vóru 10. flokkarnir úr Ziskatraðar skúla og Fuglafjarðar skúla, sum hava samstarvað.
Lærugreinarnar arbeitt gevur verið við hava verið málningalist, fotolist, seyming/sniðgeving, træ/horn/silvur og miðlar/reklamur.
Til tess at náa einum góðum úrsliti, hava fakfólk uttan fyri skúlan undirvíst hesa vikuna í skúlanum. Talan er um tvey, ið fáast við málningalist, Kristian Black úr Klaksvík og Helga Midjord úr Fuglafirði.
Í fotolæru hevur, umframt lærarin á skúlanum, fakmaðurin Høgni Thomsen starvast í skúlanum.
Høvuðslærarin í seyming og sniðgeving hevur verið Marita Sigurðardóttir Poulsen, ið er skraddaraútbúgvin.
Avrikini, ið skapt eru, verða sýnd fram í Gomlu fimleikahøll í kvøld millum 18.00 og 21.00.
Felagsgentukóri hjá Ziskatraðar – og Ósá skúlanum syngja á framsýningini.
Næmingar og lærara hava verið sera fegnir um listavikuna og úrslitini, ið spurdust burturúr.
Vikan varð fyriskipað av roynda læraranum, Hanus T. Bærentsen, sum er leiðari fyri 10. flokkarnar í Klaksvík.




