Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað 2. februar

Tíðindaskriv

Tann 2. februar kl. 19.30 lata dyrnar upp í Spinnaríðnum, har hátíðarhald verður og Listavirðisløn Nósoyar Páls eisini verður latin. Sjálvt tiltakið byrjar kl. 20.00 og er tiltakið ókeypis. Á skánni verða røður, tónleikur og aðrar framførslur, umframt at kaffi við onkrum leskiligum aftur við verður at fáa.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein listavirðisløn, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráð. Virðislønin, sum er gáva á 75.000 kr, verður latin til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt hevur skarða framúr. 

 

Higartil er virðislønin latin til:

2013: Hanus G. Johansen

2014: Edward Fuglø

2015: Eyð Matras

2018: Steintór Rasmussen