Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listi F er nýggi listin til kommunuvalið í Fuglafjarðar Kommunu

Tíðindaskriv

Listi F er politiskt óheftur og mannaður við 13 fólkum – 6 kvinnum og 7 monnum við ymsum royndum og ymsum áhugamálum.

Felags stev og fólkaræði

Listi F er politiskt óheftur og mannaður við 13 fólkum – 6 kvinnum og 7 monnum við ymsum royndum og ymsum áhugamálum.

Vit ynskja at verða besta kommuna í Føroyum at búgva og virka í.

Vit fara fyrst og fremst at arbeiða við trivnaðinum í kommununi.

Opinleiki skal vera ein sjálvfylgja, og borgarin skal verða hoyrdur, tá hann hevur okkurt uppá hjarta. Peningurin, sum kemur í kommunukassan, skal koma øllum borgarum í kommununi til góðar.

Vit hava sett okkum sum mál at verða í minsta lagi 2050 íbúgvarar ár 2050. Samstarv er lyklaorðið – innanhýsis og um kommunumark, so at sum mest fæst burturúr.

Vit hava sett okkum sum mál:

Bústaðarviðurskifti – at útvega bústaðarmøguleikar, her undir leigu- og keypsíbúðir til ung, tilkomin og eldri og at hava byggibúgvin grundstykki tøk í Fuglafirði, Kambsdali og á Hellunum.

Barnafamiljur – at ansingartilboðini verða víðkað, so foreldur hava størri rásarúm, og at tað verður bíligari at hava børn í ansing.

Ungdómurin – at skapa karmar og frítíðarvirksemi undir skipaðum viðurskiftum og víðka um frítíðarundirvísingina.

Tilkomin og eldri – at seta eldraráð á stovn, sum kann virka sum bindilið ímillum tey eldru og kommununa. Eisini skal ein vitjunartænasta setast á stovn og skipa aktiveringsmøguleikar fyri tilkomin og eldri.

Vinnulívið – At samstarva við- og fjálga um smærri og størri fyritøkur í allari kommununi.

Mentan – har virknir frítíðarfelagskapir skulu virka undir virðiligum korum.

Tilflytarar – Integratiónspolitikkur skal orðast og tilflytarar skulu vera upplýstir um tilboð og møguleikar, sum eru í Fuglafjarðar kommunu.

Kommununalir bygningar og økir – ítøkiligar ætlanir

– Nútímans barnaskúla

– Ítróttarhús, við venjingarmøguleikum til allar borgarar

– Hugna um verandi fríøki og gera fríøki við uttandura aktiviteti í Fuglafirði, Kambsdali og á Hellunum. Somuleiðis gera fríøki til hundaáhugaði.

– Vega- og gongukervið, parkeringsviðurskifti skal dagførast og uppstigast.

– Vegaføringar til gongufólk og onnur ímillum Fuglafjørður og Kambsdal

Hesi bjóða seg fram á lista F:

• Tórun Beck, Fuglafjørður

• Maria á Boðanesi, Fuglafjørður

• Eivin Breiðaskarð, Fuglafjørður

• Eileen Ejdesgaard, Fuglafjørður

• Pætur Eysturskarð, Fuglafjørður

• Magni Hansen, Kambsdali

• Malena Hansen, Fuglafjørður

• Ólavur Larsen, Fuglafjørður

• Steintóra Nesá, Fuglafjørður

• Kristbjørg Petersen, Fuglafjørður

• Kristian Petersen, Fuglafjørður

• Jonn Thomsen, Fuglafjørður

• Palli Vang, Fuglafjørður

Vel FRAMBURÐ, FRAMTÍÐ, FRAMSKYGNI og FÓLKAVØKSTUR

– vel LISTA F!