Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listin hjá jólamanninum hongur á verkstaðnum í jólabýnum

Oliver Joensen

 Nógv brúktu møguleikan, at skriva seg upp á jólagávulistan hjá jólamanninum í Jólabýnum í Klaksvík. Listin hekk á verkstaðnum hjá jólamanninum, og jólamaðurin sigur, at øll børn kunnu skriva seg á listan, so kemur jólamaðurin helst á vitjan hjá tykkum náttina til fyrsta jóladag.

Sera hugaligt var úti í Klaksvík ídag, har til bar at fáa heitar vaflur og annað gott. Inni í Miðstovuni var eisini sera hugnaligt. Millum annað sat ein og vísti gamlar teknifilmar á einu gomlum smalfilmstóli.

Nú klokkan 17.00 fer borgarstjórin at siga nøkur orð í nýggja Jólabýnum úti í Klaksvík.