Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Líta afturá og frameftir

Jógvan Skorheim,

Í ár halda vit Torradagar fyri níggjundu ferð, og hóast talan var um royndarverkætlan, tá ið Klaksvíkar kommuna tók stig til dagarnar í 2007, eydnaðust teir so væl, at teir hava verið hildnir á hvørjum ári síðani.

Í ár halda vit Torradagar fyri níggjundu ferð, og hóast talan var um royndarverkætlan, tá ið Klaksvíkar kommuna tók stig til dagarnar í 2007, eydnaðust teir so væl, at teir hava verið hildnir á hvørjum ári síðani.

Torradagarnir snúgva seg um fisk, fiskivinnu, havumhvørvi, matgerð og útgerð, og grundarlagið undir øllum er okkara høvuðsvinna, har Norðoyggjar spæla ein stóran leiklut. Torradagarnir seta sjóneykuna á fiskivinnuna, og tað verður gjørt á ymsan hátt – við fyrilestrum, kjakfundum, framsýningum, framførslum, gongutúri og nógvum øðrum tiltøkum. Skráin fyri Torradagarnar er áhugaverd og fjølbroytt.
Torradagarnir eru ein fagnaður til fiskivinnuna, sum hevur havt so stóran týdning fyri lokaløkið, og samstundis sum vit líta afturá, verður eisini roynt at líta frameftir, síggja nýggjar møguleikar, tosa um komandi avbjóðingar og peika á loysnir. Vit viðurkenna okkara traditiónir og farnar dagar, og vit tora eisini at taka avbjóðingar og komandi tíðir á okkum.
Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu vil eg ynskja øllum føroyingum hjartaliga væl komnum á Torradagarnar í Klaksvík, og eg vóni, at vit fáa nakrar góðar og gevandi dagar saman.

Sí skrá fyri Torradagarnar her

Jógvan Skorheim,
borgarstjóri
í Klaksvíkar kommunu

Harleyfacadeacryl