Stutta tíðarskeiði, Kristina Háfoss hevur sitið í landsstýrinum hevur hon m.a. verið fýra vikur í summarfrí og verið uttanlanda til fimm almennar vitjanir.
At Kristina Háfoss hevur verið ein dámlig landsstýriskvinna er eingin ivi um – og sambart teimum, sum hava starvast rundan um hana verður sagt at hon er arbeiðssom og dugnalig.
Í samband við at landsstýriskvinnan bráddliga legði frá sær, sendi Tjóðveldi ein langan avrikslista út sum Kristina Háfóss hevði framt stutta tíðarskeiði.
Vit ringdu til stovnsleiðarar og embætisfólk í og undir Mentanarmálaráðnum og spurdu um avrikslistan hjá landstýriskvinnuni – og niðurstøðan var meira litað enn flokkstrúgva tíðindaskrivið.
Fleiri nýggjar útbýgvingar og stór upptøka til Fróðskaparsetir
Rektarin á Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen, sigur at tá hann læs tíðindaskrivið , hevði hann eitt sindur trupult at skilja orðingina viðvíkjandi Setrinum.
– Eg haldi ikki at vit kunnu siga at upptøkan er heilt serliga stór í ár – hóast hon hevur verið nøktandi. Men upptøkan er altíð tætt knýtt at árgangum og teir kunnu verða ymiskir.
– Vit hava nøktandi næmingatal til øll fákini uttan Jarð- og Havfrøði.
– Hetta kom eitt sindur óvart á tí jarðfrøði er eitt fag, sum er rættuliga aktuelt í samand við oljuvinnu – men tað er væl eingin, sum lastar Kristinu Háfoss fyri at ov fá meldað til.
– Tað týdningarmesta, sum er hent politiskt viðvíkjandi Fróðskaparsetrinum, var nyggja lógin, og hon hevur jú havt eina drúgva viðgerð – har vit á Setrinum og embætisfólk í Mentannarmálaráðnum hava brúkt stóra orku.
– Tað arbeiði varð liðugt meðan Jógan á Lakjuni sæt sum landstýrismaður og tí er kanska ov nógv sagt at ein ávísur landdstýrismaður hevur alla æruna.
Onnur avrik
Meðan Kristina Háfoss sæt sum landsstýriskvinna í Mentannarmálum, bleiv Marknagilsdepilin, samtykur – eins og tað stendur á listanum frá Tjóðveldi.
Men undir viðgerðini var landsstýriskvinna kritisera nógv fyri ikki at hava játta neyðuga peningin at fáa verkætlanina framda – og við at stinga í sekkin verður hon heldur ikki við til fíggjarlógarviðgerina fyri 2009.
Sendinetið hjá Kringvarpinum hevur havt eina drúgva tilgognd í Mentannarmálaráðnum og 2. november í fjørð legði táverandi Mentannarmálaráðharri uppskoti fyri tingið.
Síðani hevur verið arbeitt víðari við at finna loysnir og fyri kortum blivu fimm tilboð løgd fyri landsstýrisfund har landsstýrið valdi eina gongda leið.
Men her er lítið ítøkiligt hent enn og tað verður næsti landdstýrismaðurin, sum far uppgávuna at føra hetta arbeiði víðari.
Tjóðveldi nevnir ymiskar játtanir sum t.d. "børn við serligum tørvi", "serlig tilboð til lesiveik".
Her eru ikki stórvegis hækkingar, men mest tí sum líkist prís- og útreiðsluvøkstri. Tó er játtanin til Sernámsdepilin hækka úr 50,2 mill. upp til 54,3 mill. kr. Men hækkanin var størri undanfarna ár har játtanin hækkaði við fimm milliónum krónum.
Í tíðindaskrivinum verður eisini sagt at játtanir eru øktar til mentanargrunn, tónleik, tjóðpall og skúlabókagerð; nýggjar ætlanir á savnsøkinum; og mangt annað.
Økt pláss til lærara- og pedagogútbúgingar;
Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum váttar at økingin á lærara- og Pedagogútbúgvinini er 100%.
– Landsstýriskvinnan mælti í sínum álitið til løgtingið at játtanin til Læraraskúlan bleiv tvífaldað og hetta samtykti løgtingið.
– Vit hava full manning á baði lærara- og pedagogútbúgvingini, sigur Rektarin, Jóannes Hansen.
Hetta óiva størsta framstigið, sum er framt meðan Kristina Háfoss hevur verið í landsstýrinum.
Nýggj miðnámsskúlapláss í Eysturoynni til meira enn 70 næmingar.
Frá Handilsskúlanum á Kambsdali verður sagt at tá umsóknarfreistin var úti í marsmánaða staðfesti skúlin methøgt umsøkjaratal.
– Vit høvdu umleið 60-70 fólk á bíðilista og tá vit vistu at skúlin í Søldafirði stóð tómur, fóru vit í holt við at arbeiða fyri at sleppa inn har.
– Hetta vísti seg at ganga væl og løgtingið játtaði so 1,8 milliónir og tí var møguligt hjá okkum at taka 70 næmingar fleiri inn á skúlan.
– Vit hava deilt skúlan soleiði at FHS flokkarnir ganga í Søldafirði og HH næmingarir ganga á Kambsdali, sigur Páll Isholm stjóri á Føroya Handilsskúla.
Fýra vikur summarfrí
Í julimánaða var Kristina Háfoss, fýra vikur í summarfrí og hesar fimm mánaðarnar hon hevur verið til arbeiðis í tinganesi hevur hon, sambart heimasíðuni hjá Mentannarmálaráðnum, verið til fimm almennar vitjanir uttanlanda.
14. juni Færø-Regatta 2008 Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, heldur røðu og setur stevnuna "Færø-Regatta 2008" í Ishøj Havn í Keypmannahavn
15. mai Føroysk listaframsýning í Wien Stórt listatiltak letur upp í Wien har føroysk listaverk verða víst fram á Leopold Museum. Landsstýriskvinnan luttekur.
3. mai Atlantic Soundscapes í Brússel Føroyskt tónleika- og listatiltak í Brússel, ið føroyska sendistovan í Brússel, SamVit og Norðurlandahúsið/AME hava fyriskipað. Mentamálaráðið hevur stuðlað tiltakinum. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, verður hjástødd
5. mai Ráðstevna í Stockholm Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, fer á ráðstevnu í Stockholm um mentan í skúlanum
6. mai MR-K fundur Norðurlendskur ráðharrafundur um mentan. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, tekur lut
Skuffar óivað nógvar græsrøtur
Landsstýrissessur er álitisváttan sum flokkar geva ávísum persónum og tað verður gjørt eitt stórt arbeiði í politisku flokkunum fyri at finna røttu perónarnar.
Tí er tað altíð skuffandi tá landsstýrisfólk velja at leggja frá sær í ótíð.
Hetta var eisini galdandi tá Bárður Nielsen bráddliga legði frá sær og Sambandsflokkurin var tveittur út í innanhýsis orðaskifti/stríð um at finna nýggjan landsstýrismann.
Tað kom eisini óvart á at Kristina Háfoss bráddliga legði frá sær – og hóast politisku útmeldingarnar frá Tjóðveldinum hava verið "oman fyri skýggini" positivar, so er skuffilsið innanflokka stórt.
Grundgevingarnar fyri valinum hjá landsstýriskvinnuni hava heldur ikki verið nøktandi fyri tey mongu – sum sjálvboðin brúka stóra orku til politiskt græsrótararbeiði.
Um ein skoðar ígjøgnum politiska orðavavsturin – so hevur landsstýriskvinnan valt Tjóðveldishugsjónina og landsstýri frá – til frama fyri arbeiði í einum tryggingarfelag. Tað kunnu sjálvandi verða aðrar orðsøkir – men tær hevur landsstýriskvinnan einki sagt um.




