Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lítið arbeiði á Kósini

Jákup Ósá

Á Kósini verður væntandi einki arbeiði fríggjadagin og ivasamt er, um nakað arbeiði verður fyrst í komandi viku, sigur virkisleiðarin.

– Skipini fáa nærum ikki roynt vegna illveður, so væntandi verður tømt fyri fiski á gólvinum á Kósini fríggjadagin, sigur Fríðin Ziskason.

Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Kósini, sigur, at tað hevur gingið hampuligt hjá Kósini í ár og nokk av arbeiði hevur verið. Men nú rakar ringa veðrið seinastu tíðina, sum eisini er væntandi næstu dagarnar, eisini Kósina. Fríðin sigur, at fríggjadagin verður væntandi einki arbeiði og eisini er ivasamt, um nakað arbeiði verður fyrst í komandi viku.

Fyrr í vikuni landaðu Safir, Smaragd og Grønanes 30 tons í part til Kósina. Í løtuni eru Polarhav og Stjørnan einanstu upsa bátarnir hjá JFK, ið eru úti og royna.

Harleywoodpaint